Serstøk hús við serstøkum útsýni

- Ein slíkan góðveðursdag átti ein ikki at arbeitt innandura. Vit áttu heldur at gjørt okkurt arbeiði uttanfyri, men nú mugu vit altso fáa hesi húsini liðug, sigur Hanus Lind Sørensen. Saman við øðrum er hann í løtuni í ferð við at smíða eini hús í Kunoy.

Kunoy: Nakað norðarlaga í bygdini ljóða hamarsløgini úr einum nýggjum húsum.

Uttanfyri húsini standa tveir bilar og kring tey eru týðilig tekin um, at her er eitt arbeiði í gongd. Inni í húsinum eru tríggir mans til arbeiðis – áðurnevndi Hanus og tveir aðrir handverkarar Gunnleivur og Hans Pauli.

Teir eru í ferð við at leggja seinastu hondina á hesi serstøku sethúsini í Kunoy. Fjalir verða hegnisliga lagdar undir loftið í stovuni og tá hetta er liðugt verður gólvið lagt á.

- Síðani verður hampað rundan um vindeyguni, og eftir tað skuldi ikki verið so nógv eftir at gjørt hjá okkum, sigur Hanus Lind Sørensen, sum er ættaður úr Hvannasundi.

Arbeiðið uppá húsini byrjaði á sumri í fjør og er ætlanin at tey skulu standa liðug um ein mánað.


Úr 40 upp í 80

Tey seinnu árini er fólkatalið í bygdini økt rættiliga nógv. Hetta veit bygdarfólkið og hetta fáa tey tekin um hvønn einasta dag. Og hetta prógva eisini hagtølini frá Hagstovuni.

Sambært nýggjasta yvirlitinum búðu 80 fólk í bygdini í januar mánaði í ár, og er hetta ein vøkstur uppá 10 fólk seinastu tvey árini.

Eitt skifti í 80’unum var støðan kortini ikki eins góð og hon er nú. Í 1985 búðu bert 49 fólk í Kunoy, men tvey ár seinni var talið komið heilt niður á 40.

Árið eftir kom Kunoyartunnilin í gjøgnum, og var hetta uttan iva orsøkin til, at bygdin aftur fór at vaksa. Hetta hevur borgarstjórin, Heini O. Heinesen áður sagt við Sosialin.

Í samrøðu við blaðið nevndi hann, at var tunnilin ikki komin tá, hevði bygdini verið á sama støði og fólkatali sum Svínoyggin. Spurningurin hevði helst verið, um bygdunum báðum hevði verið lív lagað.

Men hagtølini vísa, at síðani 1987 er fólkatalið økt ár undan ári, í sama mun sum talið av nýggjum húsum er økt og framvegis er í øking.

Eitt teirra stendur nú í gerð – og verður liðugt um stutta tíð.


Stórar og smáar ætlanir

Hanus hevur longu arbeitt fleiri ár hjá byggifyritøkuni Kanjon í Klaksvík, og sum í størstan mun hevur verið gjørt í Norðoyggjum. Hetta arbeiðið í Kunoy er bert eitt av mongum hjá honum.

Sum handverkari hevur hann verið við í mongum ymiskum arbeiðum, mest innan timburarbeiði, men eisini í sambandi við stoyping av ymiskum bygningum.

Tá teir verða lidnir við hesi serstøku húsini í Kunoy, liggja fleiri onnur arbeiði og bíða – summi teirra eru farin í gongd, meðan onnur fara í gongd seinni í ár.

Í løtuni luttekur fyritøkan í byggingini av bæði smærri og størri ætlanum. Millum tær størru teljast byggingin av nýggjum Eik-bygningi í Klaksvík, meðan onkur sethús eisini skulu gerast, umframt útgravingar, vegarbeiði og onnur sløg av arbeiðum.

- Og eftir summarferiuna liggur eisini onkur spennandi uppgáva og bíðar eftir okkum her í økinum, sigur Hanus Lind Sørensen.

Hvørji hesi arbeiðini eru vil hann ikki avdúka fyri blaðnum. Men sum skilst er talan um størri arbeiði í Norðoyggjum.


Nýtt og gott gamalt

Fyrst skulu Hanus og hinir hjá Kanjon gera hesi húsini í Kunoy liðug. Sum myndin vísir, líkjast tey burtur úr øðrum húsum.

Hesi húsini, sum teir smíða nú, vórðu í roynd og veru ætlað eini danskari kvinnu, sum hevði í hyggju at búseta seg í hesi bygdini við tí sera vakra útsýninum yvir á Kalsoynna.

Umstøðurnar gjørdu tað kortini soleiðis, at hon ikki kom at búgva her. Ætlanin varð ístaðin yvirtikin av einum navnframum manni úr høvuðsstaðnum.

Tá Hanus Lind Sørensen skal greiða frá hesum nýggjastu húsunum í Kunoy, verður tað við einum góðum blandingi av gomlum og nýggjum sniði og innrætting.

- Hetta eru eini rættiliga sjáldsom hús, og eru meiri at líkna við eina samanrenning av einum vanligum sethúsum og einum summarhúsi. Men tey líkjast kortini burturúr, bæði innan og uttan.

- Tað er serstaka við teimum er, at tey eru bygd í gamlan stíl við bitum, flagtekju, men hava kortini kjallara. Jú, tað hevur verið sera spennandi at smíða hesi húsini, sigur Hanus Lind Søresen.


Liðugt nú

Síðani arbeiðið byrjaði, hava skiftandi handverkarar arbeitt við húsinum. Tá vit vitjaðu í húsunum seinnapartin í gjár, arbeiddu teir báðir Gunnleivur Biskopstø og Hans Pauli Joensen saman við Hanusi. Tað hava teir gjørt tveir teir seinastu dagarnar.

Arbeiðið uppá húsini byrjaði fyri einum ári síðani, tá sjálv grundin varð stoypt. Men teir hava ikki arbeitt við teimum alla tíðina.

- Nei, vit hava verið frá viðhvørt, men nú er ætlanin at tey skulu verða liðug 1. mai í ár, greiðir Hanus frá.

Tá vit vitjaðu teir í gjár vóru teir tríggir í ferð við at gera loftið í stovuni. Samstundis bíða teir eftir at alt til køkin skal koma norður, soleiðis at teir kunnu byrja at seta hann upp.

- Hetta eru eini doylig hús. Hygg bara norðureftir, hvussu fantastiska gott útsýni ein hevur hiðani, slær Hanus Lind Sørensen fast




Bygdin kundi doyð út

- Fyri meg er eingin ivi, at kom tunnilin ikki í 1988, so hevði neyvan staðið so væl til her við fólki. Ja, so stóð illa til, sigur Heini O. Heinesen, borgarstjóri í Kunoyar kommunu. 


Uttan samanbering annars so skilst á kunoyingum, at uttan tunnilin so hevði bygdin í dag verið meinlík Svínoy, har fólkatalið er í stórari afturgongd. Her hava tey í dag sjóvegis samband og tyrluna at líta á.

Áðrenn tunnilin kom var bert samband hjá kunoyingum við umheimin eftir sjónum nakrar ferðir um dagin. Hóast ein bati er í hesum frá fyrr av, tá báturin bert sigldi tríggjar ferðir um vikuna, so var hetta ikki nøktandi fyri nútíðina.

Hetta veit Heini eisini. Tí sum hann staðfestir:

- Tað tekur somu tíð at sigla úr Kunoy til Klaksvík, sum tað tekur úr Hvannasundi til Svínoyar. So her er eingin munur.

- Men eg kann bara siga so mikið, at uttan tunnil so var eingin framtíð her í bygdini. Hann kom í 11. tíma, sigur Heini O. Heinesen.

Veruleikin er tann, at kom tunnilin ikki beint tá, so hevði hann neyvan komið. Fá ár seinni byrjaði nevniliga búskaparliga kreppan.

Og tí er ikki vist, at koyrandi hevði verið millum Haraldsunds og Kunoy í dag!

(Sosialurin í mars mánaði 2006)