Sernám skal hava nýggjan stjóra í skundi

- Gamli stjórin verður fluttur í annað starv í Mentamálaráðnum

Í mai í ár bórust tíðindini um, at Magnus Tausen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, varð settur sum fyribils stjóri í Sernámi. Orsøkin var, at stjórin, Emmy Joensen, var sjúkrameldað restina av skúlaárinum.

 

Nú er skúlaárið væl og virðiliga farið í gongd aftur, men stjórin er ikki komin aftur enn. Í gjár kunngjørdi so Mentamálaráðið, at søkt verður eftir nýggjum stjóra til stovnin, at byrja sum skjótast.

 

Poul Geert Hansen sigur við in.fo í dag, at avtala er gjørd við gamla stjóran, um at hon skal byrja í nýggjum starvi í Mentamálaráðnum. Hetta skal kortini ikki skiljast sum ein uppsøgn, sigur hann.

- Í starvslýsing hennara stendur, at starvsøkið umfatar Mentamálaráðið og undirliggjandi stovnar, og í hesum føri hava vit valt at bjóða henni eitt annað starv í ráðnum, sigur Poul Geert Hansen.

 

Við Kringvarp Føroya segði Poul Geert Hansen seinast í august, at komandi tíðina skal Sernám umskipast nakað, so at størri skilnaður verður millum ráðgevingina og fyrisitingarliga økið.

 

Í starvslýsingini stendur, at stjórin má tola broytingar. 

- Ætlanin er eisini at styrkja knýtið millum Sernám og Nám í sambandi við námsfrøðiliga menning og ráðgeving, ið fatar um alt útbúgvingarverkið, stendur í starvslýsingini. 

 

Starvið er lønt í 37. lønarflokki sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tí uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er 47.861,26 krónur, umframt 15% í eftirlønargjaldi.

 

Tað hevur eftir øllum at døma skund at seta starvið, tí umsóknarfreistin er longu 19. oktobur og starvið skal setast frá 1. novembur ella skjótast til ber.