- Vit skulu hava ein serligan dómstól, sum skal døma í málum, har ivi er um antin landsstýrismenn ella løgmaður bróta lógina
Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.
Sjálvur hevur hann verið miðdepilin í einum sannum politiskum roki hetta ári, har stórur ivi er sáddur um hansara embætisførslu.
Fyrst var tað í sambandi við byggiloyvi til uppsjóvarvurkið á Tvøroyri og síðani var tað, ikki minst, um Eysturoyartunnilin, har spurningurin eisini er reistur við leiklutin hjá løgmanni.
Kári P. Højgaard heldur, at ein slíkur stýrisskipanardómstólur skal hava endaliga orðið, tá um tulking av stýrisskipanarlóg og játtanarlóggávu ræður.
- Í Stýrisskipanardómstólinum eiga at sita tríggir løgfrøðingar, sum taka avgerð við vanligum meiriluta.
- Bert løgmaður, landsstýrismenn og ein meiriluti av løgtinginum, eiga at kunna biðja Stýrisskipanardómstólin um at taka avgerð í einum máli.
- Eisini mál, har landsstýrismaðurin ætlar at taka avgerð, eiga at kunna leggjast fyri Stýrisskipanardómstólin.
Men skal ein Stýrisskipanardómstólur setast á stovn, so skal stýrisskipanarlógin broytast. Tað kann bert gerast um so er, at tvey løgting samtykkja uppskotið.
Kári P. Højgaard sigur, at verður ein stýrisskipanardómstólur settur á stovn, so verður tað í allar flestum førum óneyðugt við landsstýrismálanevndini, sum kortini ikki hevur tað endaliga orðið í nøkrum máli.
Viðmerkingin hjá Kára kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER










