Tey eru trý fólk, sum hava fullkomiliga hvør sína tilgongd til mat og føroyska matmentan. Mortan í Hamrabyrgi er matelskari og skrivar um mat. Leif Sørensen er kokkur og hevur verið við at lyft og ment føroysku matstovuvinnuna. Og Eva úr Dímun er bóndi og eigur bæði góðkent sláturvirki og hjall í Stóru Dímun.
Felags fyri øll trý er, at tey stúra fyri, at serligu smakkirnir frá turrum og røstum, sum eru kring landið, hvørva, tá turra og ræsta kjøtið, sum skal seljast í handlum ella matstovum frá juni næsta ár at rokna, skal hava hingið í løggildum hjallum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava góðkent.
Føroyskt kjøt og franskt vín
Mortan í Hamrabyrgi hevur Facebook-bólkin Gastronomi í Føroyum, har hann millum annað hevur sagt soleiðis, tá varð biðin um at lýsa vandan við lóggávuni, sum varð sett í gildi í 2010, men hvørs undantøk fella burtur næsta ár.
- Vit kenna øll tað stóra fjølbroytni, sum er í røstum og turrum í dag. Eitt úrslit av ymsum lendi, vøkstri, veðurlagi. Tað sum í vínframleiðandi londum verður kallað “terroir”, tað lokala sereyðkennið, tann lokala sjarman, sum ikki letur seg kopiera.
Tey krøv, sum nú vera sett fram eru so umfatandi, at eingin smábóndi hevur møguleika at gera íløgur, ið kunnu forsvara framhaldandi sølu av røstum og turrum. Tað svarar til at krøv komu frá myndugleikunum í Fraklandi, at einans tríggir ella fýra risa-framleiðarar kundu lúka krøvini at framleiða vín. Tað hevði neyvan verið serliga spennandi, førir Mortan í Hamrabyrgi fram – og Leif Sørensen er ikki ósamdur:
- Taka vit bara garnatálg sum dømi, so er tað so ótrúliga ymiskt, hvussu tað verður gjørt kring landið. Fer tað á eitt virkið, so verður tað ofta standardiserað og moderniserað, og harvið hvørvur tað gamla, sigur Leif Sørensen.
Verri vøru
Leif Sørensen hevur áður alment hevur givið sína hugsan til kennar, um matvørulógina og krøvini um góðkend sláturvirkið og góðkendar hjallar.
- Vit fáa ikki líka góða vøru, tað eri eg vísur í. Tá eg fái turkað kjøt, so síggi eg beinanvegin, um tað hevur verið ansað eftir tí. Eg vitji eisini tey, eg keypi frá og síggi umstøðurnar, hevur Leif Sørensen áður sagt við Kringvarp Føroya, tá hann sum kokkur á KOKS varð spurdur um avleiðingar av matvørulógini.
Í samrøðu á hesum síðum leggur Leif Sørensen tó dent á, at trygdin altíð má vera í ordan.
Eva úr Dímun sigur somuleiðis, at spurnartekin ikki skal kunna setast við matvørutrygdina, tá tað kemur til turkað og ræst kjøt. Tað verður tað heldur ikki, um tú hevur eitt góðkent løggilt sláturvirki og hjall – og annars fylgir fyriskrivaðu reglunum kring tað.
- Men tað er vandi fyri, at tað serliga hvørvur, tá vit arbeiða undir hesum umstøðunum. Tað kann gott verða, at tað serstaka og lokala kann hvørva við hesum. Og tað hevði verið sera harmiligt. Men har má vinnan vera kreativ, sigur Eva úr Dímun.