Serliga nógv at vera takksom fyri í ár

- Mítt jólaynski er, at ósek menniskju fáa eitt virðiligt lív – at tey fáa somu rættindi, sum vit taka sum eina sjálvfylgju sigur Randarsól Kristiansdóttir

 

Hvar verða jólini hildin í ár?   

- Jólini verða hildin í Skopun og í Syðrugøtu, og eg gleðist um, at hetta fer at verða ómakaleyst í ár. 

Tað sigur Randarsól Kristiansdóttir.

Hvat verður á borðinum jólaaftan? 

- Jólaaftan eta vit dunnu.

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Mítt jólaynski er, at ósek menniskju, ið eru fangað, har kríggj ræður, fáa frið – at tey fáa eitt virðiligt lív og somu rættindi, sum vit taka sum eina sjálvfylgju. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Fyri meg hava jólini stóran týdning. Umframt jólaboðskapin, er hetta eisini tíðin, har eg serliga gleðist um tað, eg havi at vera takksom fyri.

Randarsól Kristiansdóttir sigur, at hon í ár hevur serliga nógv at vera takksom fyri.