Fyrsta málið á tingfundinum í dag er at gera av, um setast skal ein sokalla grein 25 nevnd at viðgera uppskotið hjá Kaj Leo Holm Johannesen um at hækka lønini hjá løgmanni og landsstýrisfólkum við 30 prosentum og taka av »gyltu pensjónsskipanina«, sum gevur landsstýrisfólki fulla pensjón eftir átta árum.
Vanliga hevði hetta málið farið í fíggjarnevndina. Men tá málið var til fyrstu viðgerð í løgtinginum fríggjadagin varð spurningurin reistur, um allar flokkar ikki áttu at verið við til nevndarviðgerðina av málinum.
Smæstu flokkarnir á tingi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin hava ikki umboð í fíggjarnevndini – og teir hvødu soleiðis ikki havt møguleikan at tikið lut í nevndarviðgerðini. Tí skal løgtingið í dag gera av, um ein serliga grein 25 nevnd skal setast.
Verður tað uppskotið samtykt, so verður næsta punkt á skránni at velja slíka nevnd.
Skráin fyri tingfundin sær annars soleiðis út:
Týsdagur, 18. Mars 2014, kl. 11:00
1. Atkvøðugreiðsla um at beina løgtingsmál nr. 95/2013 um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna (Endurskoðan av samsýning og eftirløn landsstýrismanna í eina § 25nevnd
2. Møguliga val av § 25nevnd at viðgera løgtingsmál nr. 95/2013 um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna (Endurskoðan av samsýning og eftirløn landsstýrismanna
3. Skrivligur fyrispurningur: nr. 26/2013: Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Janus Rein, løgtingsmanni, viðvíkjandi neyðstreymsskipanini á Landssjúkrahúsinum
4. Skrivligur fyrispurningur: nr. 29/2013: Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, viðvíkjandi hví játtanirnar til ymisku røktarheimini og sambýlini eru so ymiskar
5. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 105/2013: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan í 2014
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 94/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum Málið verður beint í Vinnunevndina
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 100/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Flutningsskylda og útbjóðing) Málið verður beint í Vinnunevndina
8. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 123/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins Málið verður beint í Fíggjarnevndina
9. Løgtingsmál nr. 96/2013: Uppskot til samtyktar um frá forskattaðum pensjónsflatskatti til progressivan pensjónsskatt við útgjald Málið verður beint í Fíggjarnevndina
10. Løgtingsmál nr. 98/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) Málið verður beint í Fíggjarnevndina
11. Framløga










