Serkøn fólk komin at umvæla Bónus

Serkøn fólk eru komin úr Danmark at vaska handilin hjá Bónus í Hoyvík. Hetta eru fólk, sum eru von við slíkar uppgávur og vita, hvussu farast skal fram.

 

– Vit hava einki við tann partin at gera, tað er tryggingin, sum tekur sær av tí, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur Bónus.

 

Hann sigur, at tey eru farin at tøma goymsluna og handilin, og tey skulu so gera av, hvat gerast skal við vørurnar.

 

Brunaskaðin á goymsluni eru sera umfatandi, sigur Niels Mortensen. Frystiúgerðin er oyðiløgd. Og talan er ikki bara um fyrstiskáp, men um heil frystirúm, sum mugu gerast av nýggjum.

 

Hann staðfestir einaferð enn, at handilin letur ikki uppaftur í ár.

 

– Spurningurin er bara, nær í januar, vit kunnu lata upp, sigur hann.

 

Á goymsluni verður tað eitt stórt umvælingararbeiði, sum skal gerast. Men í sjálvum handlinum snýr tað seg um at vaskað alt, sum inni er og at fáa luktin út.

 

– Vit lata uppaftur, tá handilin er klárur. Og tað gera vit, hóast goymslan ikki verður liðug umvæld til ta tíð, sigur Niels Mortensen.

 

Løgreglan upplýsti í gjár, at málið um eldin er uppklárað, og at ein ungur drongur hevði viðgingið, at hann hevði spælt við eld og í ósketni burturbeint eina svávuldós við møguligum glóðum í, í ruskílatið.

 

Av tí at drongurin er so ungur, verður málið víðari viðgjørt av Barnaverndartænastuni, segði politiið.