Seria A, PSG og Barcelona ávirkað av coronavirusinum

Coronavirusið hevur av álvara sett síni spor kring heimin, og ítrótturin er eisini hart raktur

Coronavirusið hevur av álvara sett síni spor kring heimin, og ítrótturin er eisini hart raktur. Í gjár boðaði italska ítróttarsambandið frá, at allur ítróttur er avlýstur ella útsettur. Tað gongur millum annað útyvir Seriu A, sum er besta deildin í Italia.

Higartil hevur verið spælt fyri afturlatnum hurðum, men nú er allur fótbóltur útsettur til 3. apríl. Italia er hart rakt av coronavirusinum og stórir partar av Norðuritalia eru í sóttarhaldi.

Í gjár og í dag eru komnar meldingar um, at pengasterkasta fótbóltskappingin fyri lið í heiminum, Champions League, eisini setur tiltøk í verk. Í annaðkvøld verður seinna 1/8 finalan millum franska Paris Saint Germain og týska Borussia Dortmund. Dysturin verður spældur undan áskoðarar. Somuleiðis verður dysturin í konandi viku millum katalanska FC Barcelona og italska Napoli spælir uttan áskoðarar.

Føroyskur fótbóltur er eisini raktur. 1. umfar í Betri deildini monnum er útsett til komandi vikuskiftið. Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, segði við FM1 seinnapartin í gjár, at tað verður fótbóltur komandi sunnudag.