Serfrøðingur: Breivik kundi verið steðgaður

Norska trygdartænastan hevði kunna steðgað Anders Behring Breivik. Men man stardi seg blindan upp á at leita eftir terroristum við bakgrund í islamistiskum rørslum. Tað heldur Wilhelm Agrell, professari í terroranalysu í einari frágreiðing, sum kemur út í dag.

Tað skrivar svenska dagblaðið, Dagens Nyheter.

Ávaringartekinini voru mong. Og navnið á Anders Behring Breivik lá á borðinum hjá norsku trygdartænastuni.

Hví ansaði eingin eftir hansara fyrireikingum, spyr Wilhelm Agrell, professari í terroranalysum á miðstøðini á verjuháskúlanum fyri hóttanar- og terroristlesnað.

Álopsfyrireikingarnar hjá Breivik høvdu eitt lutfalsliga stórt ávaringarpotentiali, trupulleikin var bert, at norsku myndugleikarnir og samfelagsins evni at uppfata teir vóru smáir, sigur Agrell.

Tað var í 2007, at Anders Behring Breivik byrjaði at skriva manifestið, sum skuldi greiða frá, hví hann framdi terrorálopini. Tvey ár seinni byrjaði hann at fyrireika seg fyri at kunna útvega evnir til eina bumbu. Hann byrjaði enntá at útvega email adressur til teir persónar, sum eftir álopið skuldu fáa ideologiska testamenti hansara.

Í 2010 útvegaði hann tvær byrsur og rávørur til bumbuna. Á vári 2011 keypti hann eina skambyrsu og umleið samstundis leigaði hann ein avsíðis liggjandi garð, har hann setti plastikk fyri vindeyguni og byrjaði at byggja bumbuna. Alla tíðina var Breivik aktivur í islamfíggindaligum bólkum og á heimasíðum á internetinum.

Navnið á Anders Behring Breivik var enntá sent til norska trygdarpolitii, PST, av einum tænastumanni í tollverkinum, sum eftir egið initiativ hevði klárlagt privatinnflutning av ávísum kemikalium, sum til ber at gera bumbur av.

Breivik var ein av fleiri persónum, sum keypti slík kemikaliir. Samstundis reageraði ein postmaður upp á nógv vaksandi forsendingar úr Pólandi, sum hann mistonkti fyri at kunna innihalda slík kemikaliir.

Allir upplýsingar fóru víðari til trygdartænastuna, men tað tók næstan fimm mánaðar áðrenn myndugleikarnir gjørdu av, hvør skuldi taka sær av upplýsingunum. Tað var í endanum av apríl 2011 og útvaldi tænastumaðurin fór beinanvegin undir 10 vikur orlov.

Norska Säpo metir, at tað ikki hevði gjørt nakran mun, um teir alt fyri eitt fóru undir granskingar, og høvdu enntá ikki skilt, hvat Behring Breivik var í holt við og kundu steðga honum.

Wilhelm Agrell ávarar móti at vera ov kantutur og móti ikki at hava eitt opið sinni. Hóast ein bert hevur sæð hvítar svanar í lívi sínum er tað vandamikið at gera ta niðurstøðu, at einki svart er til, vísir Agrell á.

- Breivik var heilt einfalt nóg snúðin í mun til samlaðu forvæntningarnar uttan størri stríð at umgangast at verða uppdagaður, skrivar Wilhelm Agrell, sum ávarar ímóti, at svenska Säpo kann gera sama mistak.