Serfrøðingar: Tað besta er at krevja fólk í sóttarhald

Men tað er ein politisk avgerð at gera nakað annað, sigur løgmaður

Besta loysnin hevði verið at stongt markið ímillum Føroyar og umheimin og at kravt fólk í sóttarhald.

Á tíðindafundi í morgun um korona, ásannaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at hetta var eitt tilmælið frá embætisfólkunum í sambandi við korona.

Varð hendan loysnin vald, kundi virksemið í Føroyum verið nógv størri enn tað er í dag.

Men hann sigur samstundis, at so hvørt sum samfelagið verður latið meiri og meiri upp aftur, er eisini ein veksandi vandi fyri smittu, tí virus kann altíð vera onkustaðni, sum vit ikki hava varnast og so kunnu fleiri fólk verða smittað.

So hóast øll, sum koma hendavegin verða kravd í sóttarhald, kann alt virksemið í Føroyum kortini ikki vera aftur, sum vanligt.

Men hann sigur, at tað er ein politisk avgerð at taka eina aðra støðu, og tað er at tey, sum koma hendan vegin, skulu ikki krevjast í sóttarhald. Sostatt byggir korona-politikkurin á álit og ábyrgdarkensluna hjá hvørjum einstøkum.

Samstundis verður mælt frá, at útlendsk ferðafólk ikki koma til Føroyar nú í mai og í juni.

Og hann sigur eisini, at tað eru ógvuliga fá fólk, sum koma hendavegin í hesum døgum. Seinast Norrøna kom, vóru 23 ferðafólk við og av teimum vóru 18 føroyingar og fimm montørar, sum komu higar í arbeiðsørindum. Og við flogførunum er heldur ikki nevnivert av fólki.

Samstundis eru tey greiði boðini úr landsstýrinum, at fyrbils eru útlendsk ferðafólk ikki vælkomin til Føroya í mai og í juni.

Annars er markið longu stongt fyri útlendingum, soleiðis at skilja, at bara danskarar og grønlendingar sleppa til Føroya. Øll onnur skulu hava eitt heilt ávíst endamál við ferðini til Føroya, annars verða tey víst av landinum aftur. Tað merkir, at tey skulu koma í arbeiðsørindum, at síggja onkran av næstringum, sum liggja til tað síðsta, og so framvegis.

– Politikkurin í sambandi byggir álit og eg vænti eisini, at fólk, sum koma higar, virða tilmælini um sóttarhald, sigur Bárður á Steig Nielsen. Harafturat heldur hann, at viðurskiftini í Føroyum eru so smá, at er tað onkur, sum ikki heldur sóttarhaldið, skulu onnur nokk tala at.

Samstundis skulu tey, sum koma higar, skriva undir upp á, at tey skilja boðini frá myndugleikunum um at tey eiga at fara í sjálvboðið sóttarhald.

Men er tað onkur, sum ikki virðir boðini, fáa myndugleikarnir einki gjørt við tað kortini. Men løgmaður sigur samstundis, at stinga trupulleikar seg upp, og koma ferðafólk í størri tali hendavegin, er hann eisini til reiðar at herða reglurnar við lóg, soleiðis at tey skulu í sóttarhald.