Johan Mortensen, valevni hjá Tjóðveldi
-----
Og tað verður jabbað og tosað um hvi fólk ikki støðast her og at alt er so dýrt. Nýggjasta er at nú skal setast ein yvirbetaltur føroyskur serfrøðingabólkur sum skal fáa útlendskar serfrøðingar hendavegin at kanna hvi ongin vil verða her ! Oh My God !
Tú nýtist ikki at vera serfrøðingur fyri at síggja at vit føroyingar eru við at kvalast av almennum gjøldum so at alt, alt, er so ókristiliga dýrt samanborið við onnur lond. Eitt dømi :
Til jóla keypa flestu føroyingar Cadbury Street Karamellir, hugnaligar og vælsmakkandi, men kanska ikki so vælsmakkandi tá ein hyggur eftir roknistykkinum :
Fyri hvørja dós verða áløgd hesi almennu avgjøld :
(ymisk
avgjøld) ............. Kr 39,50
Mvg ca .............. Kr 25,00
Kr 64,50
Áðrenn SMS og heilsølur kunnu hugsa um nakran vinning, skulu almenna Føroyar fyrst hava kr 64,50 per dós í sín part! Sama dós kostar umleið kr 30,- í útsølu í Shetlandi! Í okkara grannalondum er lítið og onki MVG á føðivørum, vit hava sjálvandi fult MVG á øllum matvørum – so hvussu skulu barnafamiljur kunna støðast her í Tórshavn ?
Samanber við hvat tú fært fyri kr 100 í Netto í Keypmannahavn og so í SMS.
Latum okkum rudda upp í avgjaldsfrumskóginum her á landi.
Lægri kommunuskatt, lægri MVG, lægri avgjøld, so verður liviligari í Tórshavn.










