Fleiri amerikanskir fregnartænastumenn eru longu í Irak, har teir halda eygað við hermannaflutningi, ráðharrunum og ikki minst forsetanum, Saddam Hussein, skrivar blaðið USA Today.
Men uppgáva teirra er ikki heilt einføld. Fleiri serfrøðingar vilja vera við, at irakski forsetin hevur sokallaðar dupultgangarar, og at tað eru bara nøkur fá, sum vita, hvør tann veruligi Saddam Hussein er.
Sambært USA Today eru umleið 100 servandir njósnarar og einir 60 menn hjá CIA í Irak. Umframt at halda eygað við forsetanum og ráðharrunum skulu teir eygleiða støðirnar hjá kollveltingarhirðini, sum verður mett at vera tann best vanda deildin hjá irakska herinum og lívverja hjá forsetanum.
Eygleiðarar í USA siga, at tað er neyvan av tilvild, at tíðindini um teir servandu njósnararnar leka út júst nú. Víst verður á, at amerikanska trýstið á Irak veksur dag frá degi, og at einir 100.000 amerikanskir hermenn eru í økinum við Persaflógvan. Samstundis hevur Bretland gjørt av at senda 35.000 hermenn hagar.
Tað hevur eisini víst seg, at ósemja er í ST-trygdarráðnunum Irak-kreppuna, nú nakrir fáir dagar eru eftir, til vápnaeftirlitsmenninir skulu lata trygdarráðnum sína fyrstu frágreiðing. Nógv halda, at amerikanarar fara at nýta frágreiðingina sum grundgeving fyri at leypa á, men so seint sum í gjár gjørdu Frakland og Týskland greitt, at tey eru ímóti kríggi við Irak. Bæði londini eru limir í trygdarráðnum, og Frakland hevur harafturat sýtingarrætt har.
Týski uttanríkisráð-harrin, Joschka Fischer, vil vera við, at at álop á stýrið í Bagdad fer at økja vandan fyri yvirgangsatsóknum, og franski starvsbróður hansara, Dominique de Villepin, sigur, at tað er einki, sum rættvísger eina avgerð um at steðga vápnaeftirlitinum fyri at byrja eitt kríggj.