Fiskivinna
Umsíðir spurdist semja burtur úr samráðingunum um sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Noreg á fundinum í Keypmannahavn í farnu viku. Hesar samráðingar vóru annað umfar millum londini bæði fyri at fáa avtaluna fyri 2006 undir land.
Eftir samráðingar í Keypmannahavn í 2-3 dagar, gjørdist úrslitið, at partarnir kundu undirskriva nýggjan fiskiveiðisáttmála millum londini.
Føroyar og Noreg hava síðani 1977 havt eina sínámillum avtalu um fiskiveiði, sum hevur til endamáls at tryggja og menna eitt breitt og fjølbroytt fiskiveiðisamstarv landanna millum.
Makrelur
Í Fiskimálaráðnum verður sagt, at ein tann størsta broytingin í avtaluni fyri 2006 er, at gjaldið fyri atgongd hjá føroyingum at fiska sína makrelkvotu í norskum sjógvi ikki longur er ein partur av avtaluni.
- Í fleiri ár hava Føroyar verið noyddar at gjalda fyri atgongd at fiska sín part av makreli í norskum sjógvi. Men nú hava londini bæði gjørt eina seravtalu um atgongd at fiska ávísar partar av sínari strandalandskvotu av makreli hvør hjá øðrum. Fyri at varðveita javnvágina í avtaluni, nú gjaldið fyri atgongd ikki longur er eitt element í avtaluni, hava Føroyar fingið 2.743 tons av makreli aftrat, sum fyrr varð latið Noregi.
Fiskimálaráið sigur, at Føroyar nú kunnu fiska tilsamans 3% av heildarkvotuni fyri makrel í norskum sjógvi. Í 2006 svarar hetta til 13.260 tons samanborið við tey umleið 8.500 tonsini av makreli, sum vit kundu fiska í norskum sjógvi í 2005. Noreg fær atgongd til at fiska 1,5% av heildarkvotuni í føroyskum øki, og hetta svarar til 6.630 tons í 2006.
Svartkjaftur
Ósemjan um kravið hjá Noregi at fáa atgongd til at fiska sín part av strandalandskvotuni av svartkjafti í føroyskum øki, setti sín dám á samráðingarnar um fiskiveiðiavtaluna hesaferð. Hetta var eisini høvuðsorsøkin til, at eingin semja fekst á fundinum í Oslo í desember.
- Men eins og við makrelinum, eru Føroyar og Noreg nú eisini samd um eina seravtalu um atgongd at fiska svartkjaft hjá hvørjum øðrum. Noreg fær høvi at fiska 4% av strandalandskvotuni av svartkjafti í føroyskum sjógvi, tó í mesta lagi 60.000 tons, og Føroyar fáa atgongd at fiska 2% av strandalandskvotuni í norskum øki, ella í mesta lagi 30.000 tons. Sum avleiðing av seravtaluni fer svartkjaftakvotan, sum Føroyar hava havt í norskum sjógvi, úr 16.800 tonsum niður í 2.000 tons, og norska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi fer úr 36.200 tonsum niður í 20.800 túsund tons.