Sera vælumtókt brotsmannalið fyllir 50

Hóast nógv ár á baki eru donsku Olsen Banden-filmarnir vælumtóktir. Í dag letur upp framsýning um vælumtókta brotsmannaliðið úr Valby.

 

Tað eru næstan 50 ár síðani, at filmurin fyrstu ferð varð vístur á hvíta løriftinum við dirvi, ágrýtni, løgnum ætlanum og íðuligum ókvæmisorðum. Men hóast høga aldurin er Olsen Banden framvegis sprelllivandi.

 

Røðin við hugaliga tónalagnum, sniðfundigu fólkunum og nógvu kendu útsøgnunum frá Egon, Benny, Kjeld og Yvonne eru ein miðdepul í danskari filmssøgu og framvegis vælumtókt.

 

Filmsleikstjórin Erik Balling og nógvir av sjónleikarum er farin higani, men filmshugaheimurin frá seksti- og sjeytiárunum er framvegis vælumtóktur og verður javnan endursendur í sjónvarpi og at í nýggjum framleiðslum.

 

Og serliga nógv verður gjørt burturúr í ár, nú fimmti ár eru liðin síðani fyrsta Olsen Banden filmin, og verða teir sýndir í biohøllum kring Danmark. Og í dag letur upp ein serframsýning um brotsmannaliðið hjá Nordisk Film í Valby í Keypmannahavn.

 

Har ber til at síggja fleiri enn 100 lutir frá filmunum, eins og kvettætlanir hjá Egon. Hatturin hjá Benny og gulu hosurinar eins og upprunahandrit og myndir frá upptøkunum verða eisini at síggja. Framsýningin er í tí upptøkuhølinum, har filmarnir í sínari tíð vórðu tiknir upp.

 

– Eg haldi, at hetta er ordiliga stuttligt, tí til ber at síggja nógv av tí, sum varð brúkt tá, sigur Mica Stoltze Nielsen, sum hevur lagt framsýnininga til rættis.

 

At Olsen Banden-filmarnir enn eru høgt í metum ber boð um góðu góðskuna og serliga danska andan, heldur Christian Monggaard, filmsredaktørur hjá Informatión.

 

– Talan er um góðar filmar, sum hava nakað upp á hjarta, og teir tosa ikki niður til fólkið. Tað er nakað tíðarleyst við hýrinum og tosingarlagnum, samstundis sum teir hava hetta speiska bitið, sum ger gjøldur burtur úr Danmark og dønum á speiskan hátt.

 

– Filmarnir eru vorðnir eitt fyribrigdi og ein partur av okkara mentanararvi. Eg kann ikki ímynda mær, at teir nakrantíð verða gloymdir, tí teir hava so høga góðsku og tí, at teir snúgva seg um nakað alfevnt, sigur Christian Monggaard.

 

/ritzau/