? Hesin dysturin verður minst líka trupul sum tann í móti Frankaríki. Rumenar vera helst ikki til at stýra, tí teir hava næstan verið í eini tjóðskaparkreppu eftir eyðmýkingina fyri Serbia leygarkvøldið. Tí skulu vit vænta at møta einum liðið, sum vil vísa, at teir eru betri enn hvat stigatalvan sigur, sigur Brian Kerr.
? Men tað sama ger seg galdandi fyri okkum. Vit taptu eisini stórt, so eg haldi at leikararnir eru uppsettir til at enda hetta bólkaspælið ordiligt, sigur Brian Kerr, sum roknar við, at føroyska liðið fer at skapa onkrar kjansir.
? Eg dugi illa at ímynda mær, at Rumenia fer at megna at trýsta okkum so nógv um allan vøllin, eins og Frankaríki gjørdi. Tí trúgvi eg eisini, at vit koma hava bóltin eitt sindur og av tí sama eisini koma fram til nakrar kjansir, metir hann.










