Politiið: Rudda alt burtur sum kann fara á flog

– Minst til at rudda alt burtur, ið liggur leyst uttan fyri húsini og aðrastaðni og kann fara á flog, siga tey úr politinum.

Boðað verður frá sera nógvum vindi í nátt og í morgin.

 

Hetta skrivar Føroya Politi í kvøld, og í hesum sambandi kemur hendan áheitanin eisini:

 

– Minst til at rudda alt burtur, ið liggur leyst uttan fyri húsini og aðrastaðni og kann fara á flog, siga tey úr politinum.

 

Um koyrilíkindini beint nú klokkan 18:84 sigur Landsverk:

 

  • Gjáarskarð - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 18:55 Stormur, í hvirlunum upp til 26 m/s