Tað kann verða ein dýra søga hjá teimum, sum fáa sær hitapumpu at hita húsini við.
Tað siga tey í oljufelagnum, Magn, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at tey, sum keypa sær hitapumpu, skulu sleppa undan at rinda mvg av íløguni.
Tey á Magn staðfesta, at tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at fáa sær hitapumpu, tí tey vísa á, at tað finnast dugnaligir veitarar, men tað finnast eisini ódugnaligir veitarar.
Og tey stúra fyri, at eisini teir veitararnir, sum ikki er kønir í hitapumpum, fara at fáa sín part av marknaðinum.
Avleiðingarnar verða sera óhepnar fyri tær familjur, tað fer at raka, tí tey seta nógvan pening í eina skipan, ið ikki riggar, sum hon skal.
Eini 10 prosent av viðskiftafólkunum hjá Magn, sum fara frá oljufýring til hitapumpur, skifta yvir aftur til olju, og talið er veksandi, siga tey á Magn.
– Hetta kann vera tí at hitapumpan er sett upp í húsum, har rør, radiatorar og hitaskipanin annars, ikki eru gjørd til hitapumpur. Men tað kann eisini vera tí at hitapumpan heilt einfalt riggar ov illa.
Væl strangari krøv mugu setast til tey sum seta hitapumpur upp og til tey, sum hava eftirlitið við teimum og sum umvæla tær.
Annars vísa tey á, at skal full nytta fáast burtur úr eini hitapumpu, skulu rør og radiatorar passa til hitapumpuna, men samgongan ætlar ikki, at hesin parturin av útreiðslunum skal sleppa undan at rinda mvg, siga tey í Magn.
Annars liggur eisini eitt uppskot í Løgtinginum um nettupp at seta strangari treytir til tey, sum bjóða seg fram at seta hitapumpur upp fyri fólk.