Eldradagurin í ár var sera væl eydnaður. Tað hava ongantíð møtt so nógv fólk upp, sigur Niklas Akraberg Poulsen.
- Vit skipa fyri degnum í samstarvi við tey lokalu feløgini, og tað gongur upp á skift, hvar eldradagurin verður hildin. Í fjør var hann í Klaksvík, og í ár varð eldradagurin hildin í Runavík. Samstarvið við tey lokalu feløgini er sera gott. Vit møta vælvild frá øllum síðum. Kommunan letur okkum fáa ítróttarhøllina, og Sjómansheimið letur matin, sigur Niklas.
- Tað er týdningarmikð fyri tey eldru, at tað verður skipað fyri slíkum tiltøkum, tí at tað gevur fólki okkurt at fara út til. Tað kann onkuntíð vera lítið at fara til, tá ið tú verður eldri, og so er tað skjótt, at tú bara situr inni.
- Hetta styrkir um samanhaldið hjá pensjónistunum. Endamálið við hesum degnum er ikki, at vit skulu síggjast og fáa politiska ávirkan eins og fakfeløgini gera, men heldur at styrkja um samanhaldið millum pensjónistarnar.
- Tá ið vit tosa um rættindini hjá teimum eldru, er tað landsfelagið, sum umboðar okkum. Sjálvandi standa vit eisini sterkari, tá ið samanhaldið er gott, sigur Niklas.
Millum røðarnar á eldradegnum vóru Andrias Petersen, sum er lækni og Jógvan Fríðriksson, prestur. - Vit royna altíð at hava skránna soleiðis, at fólk fáa okkurt burtur úr bæði til likams og sálar. Tí hava vit valt at hava ein prest og ein lækna, sigur Niklas Akraberg Poulsen.