Ein sera lítil partur av næmingunum í 7. og 8. flokki í føroyska fólkaskúlanum, hava drukkið rúsdrekka í seinastuni Tað vísir ein kanning, sum SSP ráðgevingin hevur gjørt fyrr í ár og sum heimasíðan hjá Skúlablaðnum endurgevur burtur úr.
Í kanningini vórðu 1170 næmingar í 7. og 8. Flokkunum í øllum størri skúlum við framhaldsdeild, spurdir um teirra royki- og drekkivanar.
Alt bendir á, at næmingar hava svarað erliga og eftir bestu sannføring og tí er eingin orsøk at halda annað enn, at úrslitini eru eftirfarandi, sigur SSP-ráðgevingin í frágreiðing.
Kanningin vísir at 28 næmingar roykja dagliga.
Men kanningin vísir eisini, at 940 ung, ella 88 %, høvdu ikki drukkið rúsdrekka tann seinasta mánaðin
Men tey upplýsa eisini, at tað er mest vinfólk, systkin og foreldur, sum hava givið teimum at drekka
Helvtin av teimum næmingunum siga, at tey tosa við foreldrini um rúsdrekka.
Hinvegin kann spurnartekin setast við álitið ímillum børn og foreldur, tí kanningin vísir eisini, at fingu tey trupulleikar, høvdu einans 60% av teimum biðið foreldrini um hjálp.
Og so eru tað heili 110 ung, sum ikki vita ikki, hvørjum tey skulu biðja hjálp frá, tá ið tey fáa trupulleikar.










