Sendistova Føroya í London letur aftur í heyst. Tað er løgmaður, Kaj Leo Johannesen, sum hevur tikið hesa avgerð.
Tað verður sagt í tíðindaskrivi, sum løgmansskrivstovan júst hevur sent miðlunum.
Sagt verður, at avgerðin er liður í rationaliseringum á uttanríkistænastuni í løgmansskrivstovuni. Virksemið mótvegis Bretlandi verður tó ikki niðurlagt, men verður frameftir røkt frá sendistovuni í Brússel, sum ætlandi verður styrkt í sambandi við umskipanirnar.
- Tað harmar meg, at tað er neyðugt at lata sendistovuna í London aftur, men løgmansskrivstovan má - eins og øll onnur stjórnarráð - laga seg til fíggjarligu umstøðurnar.
Tað sigur Kaj Leo Johannesen, sum vísir á, at rationaliseringarnar tó mugu fremjast, so tær darva sum minst.
- Eg vænti, at sendistovan í Brússel frameftir fer at røkja og menna okkara samskifti við Bretlandi og Írland á fullgóðan hátt, sigur løgmaður.