Sendimaðurin í Keypmannahavn, Sigmundur Ísfeld, hevur seinastu tríggjar vikurnar brúkt tað mesta av tíðini uppá at knýta sambond, tí maðurin er spildurnýggjur í býnum.
Sigmundur Ísfeld hevur seinastu árini verið sendimaður í London, men seinastu tríggjar vikurnar hevur hann verið í nýggjum starvi í Keypmannahavn, har tað mesta tíðin er brúkt til at vitja onnur sendifólk.
Sendimaðurin vísur millum annað á, at hóast tað er lætt at koma á tal við telefon ella teldupostum, so er lættari at samskifta við fólk, um mann hevur hitt tey.
- Tá ið mann kennir fólk, so er lættari at taka telefonina og siga hey, takk fyri seinast, og so at nevna, at mann hevur hendan og hendan trupulleikan, greiddi Sigmundur Ísfeld frá.
Hoyr samrøðuna, sum Ghetto Føroyar hevði við Sigmund Ísfeld her: