Sendiharrar í Íslandi vitja løgmann

Útlendsku sendiharrarnir í Íslandi, sum hava vitjað Føroyar í hesum døgum, heilsaðu upp á løgmann í morgun

Løgmaður greiddi sendiharrunum frá støðuni í føroyska samfelagnum, og hvørjar týdningarmiklar avbjóðingar liggja fyri framman bæði í vinnuni, í tí almenna og á búskaparliga økinum í síni heild.

Sendiharrarnir, sum koma úr Japan, Kina, Kanada, Pólandi, Týsklandi, Noreg, Finlandi og Danmark, søgdu seg vera væl nøgdir við vitjanina í Føroyum. Teir høvdu nógvar spurningar til løgmann um føroysk viðurskifti í síni heild og um vinnuligar møguleikar. Serliga heftu fleiri sendiharrar seg við, at føroyska náttúran er nakað heilt fyri seg, og tí átti møguleikarnir fyri eini ferðavinnu at verið avbera góðir.

Sendiharrarnir fóru aftur til Íslandi seinnapartin væl nøgdir við vitjanina.