Talan var um eina hampuliga alternativa uppstilling, sum Petur Mohr hevði sent á vøllin, tá GÍ tók móti VB/Sumba.
At spælarar sum Magni Jarnskor, Gunnar Nielsen, Áslakur R. Petersen og Sam Jacobsen brádliga vóru at síggja á beinkinum, loypti í øllum førum hvøkk á nógvar áskoðarar, men venjarin tóktist tó sjálvur vera púrasta avkláraður um hetta.
Eg valdi so ta loysnina, sum onkrir aðrir kanska ikki vildu gjørt. Støðan var jú tann, at vit høvdu spælt 120 minuttir hósdagin, og tá vit samstundis høvdu frískar menn á beinkinum, var tað náttúrligt at geva teimum møguleikan. Fingu teir hann ikki nú, so veit ikki rættiliga nær ein slíkur møguleiki skal gevast, heldur Petuyr Mohr.
Og hann duldi ikki fyri, at hann eftir dystin var serstakliga fegin um valið.
Eg ivaðist sjálvandi undan dystinum, hvørt hetta var rætt, og eg tók á ongan hátt lætt upp á uppgávuna. Men nýggju menninir gjørdu tað gott. Teir stríddust sera væl, og tað eri eg sera fegin um. Ikki minst tann sannroynd, at tað eisini styrkir felagsskapin á liðnum, tá allir eru við í hitanum, at kalla.
Við sigrinum vann GÍ seg upp á silvur-plássið í Formula-deildini, men hetta fær tó ikki roynda venjaran at leypa upp frá í ovfarakæti.
Sjálvandi royna vit altíð at koma longur upp á talvuna. Tú spælir jú fyri at vinna. Men vit taka framvegis ein dyst í senn. Talan er um langa kapping, og so mugu vit bara fáa at síggja, hvussu langt tað fer at bera, heldur hann.