Senda út skeiv signal

- Skulu vit fáa føroyingar at flyta heim aftur, so skulu vit ikki gera tað truplari. Tað er gamaní smálutir, at nøgdin av flytigóðsi verður avmarkað, men hetta sendir út skeiv signalvirði, sigur Ben Arabo

Tað verður tosað nógv í hesum døgum um, hvussu vit fáa føroyingar at venda heim aftur eftir loknan lesnað. Triði partur av kanningnini, sum Sjúrður Skaale tók stig til, at júst almannakunngjørdur, og eisini Ben Arabo hevur eina meining um, hvat vit eiga at gera, fyri at fáa útisetarnar heim aftur.

- Generelt havi eg lagt til merkis, at nógv verður tosað um at fáa útisetar heim aftur, og tað er sjálvandi gott. Men tað er bara øgiliga løgið, at samstundis sum man tosar um tað, so ger man í 2008 tað meiri trupult hjá útisetum at flyta heim aftur við einum lógaruppskoti, sum kom út Fíggjarmálaráðnum, og sum varð samtykt í Løgtinginum, og sum ger tað meiri møtimikið hjá útisetum at flyta heim aftur, sigur Ben Arabo.

Tað, hann sipar til, er, at reglurnar fyri, hvat man kann hava heim við av flytigóðsi, eru broyttar.

- Nú er hetta í sjálvum sær ikki nakað stórt ting, men signalvirðið er ikki til at taka feil av. Signalvirðið er tað, at tað skal avgjørt ikki verða lættari at flyta aftur til Føroya. Tað er eitt signalvirði um, at her ganga vit í ógvuliga trongum skóm, sigur Ben Arabo.

Hann heldur, at tað er stórt spell, tí tað undirminerar øll tey føgru orðini, sum søgd verða.

 

Ikki danskar loysnir

- Tað er ein spurningur um signalvirði. Tá tú ger hetta í eini tíð, tá øll tosa um at fáa útisetar heim aftur og um, hvussu nógvir føroyingar ongantíð koma heim aftur. Bara tað, at onkur situr og smíðar lógir, sum ger tað trupælari at koma heim aftur, sigur mær so mikið, at tað lekur millum teori og praksis, sigur Ben Arabo.

Hann sigur, at tað ber ikki til at samanlíkna okkum við Danmark.

- Tað ber ikki til at avrita danskar loysnir og flyta tær Føroya. Ikki tí, man kann læra nógv av dønum, teir duga nógv ógvuliga væl og tað er eingin ivi um, at vit kunnu læra nógv um, hvussu teir skipa samfelagið. Men hinvegin skal man ikki púra ókritiskt avrita alt, sigur Ben Arabo.

Úr London situr Ben Arabo og hyggur heim og má bert ásanna, at tað verður ógvuliga nógv avritað úr Danmark og ført yvir til føroysku skipanina.

- Danmark hevur jú heimsins størsta almenna sektor. Tað er sjálvandi eitt ríkt land í nógvar mátar, men um vit avrita tað í Føroyum, so endar galið, tí vit hava ikki inntøkugrundarlagið til tað. Tí haldi eg, agt vit heldur eiga at fokusera upp á livilíkindini í Føroyum, sigur Ben Arabo.

 

Livilíkindi

Hann sigur, at tað er neyðugt at hava samband út eftir, og at tað er neyðugt at fáa útisetarnar heim aftur, og at tað hevur serliga nógv at siga í hesum krepputíðum. Og so hevur tað eisini nógv at siga, hvussu livilíkindini eru, hvussu fólk hava tað yvirhøvur.

- Eg var heima um jólini, og var ein túr á flogvøllinum, har børnini keyptu eina eskju av lakreds. Hon kostaði 80 krónur. Eg hugsaði við mær sjálvum, at eg taki synd í barnafamiljum. Tað eru slík ting, sum hava nógv at siga, tá tað kemur til, hvussu man klárar seg, sigur Ben Arabo.

Hann sigur, at sjálvandi er kreppa um allan heim í løtuni, men tað er eingin orsøk til at falla í fátt kortini, og tað heldur hann heldur ikkim, at fólk gera.

- Tað er bara tað, at tá man ger nøkur tiltøk í Føroyum, so má man samanbera við øll grannallondini. Serliga í hesum tíðum, tá fleiri hundrað ungir føroyingar leita sær aðrastaðni enn Danmark at lesa. So má man minnast til, hvat hesi fólkini blíva von við, og hvussu man skal fáa hesi fólkini at koma heim aftur, sigur Ben Arabo.