Senatið góðkendi fyrsta samkynda ráðharran

Pete Buttigieg er í dag góðkendur sum flutningsmálaráðharri í USA við 86 atkvøðum fyri go 13 ímóti.

 

39 ára gamli Pete Buttigieg er í dag góðkendur sum flutningsmálaráðharri í USA við atkvøðugreiðslu í senatinum.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Buttigieg var tilnevndur av Joe Biden, forseta, og forsetin lýsti tann unga ráðharran sum ein »patriot og problemloysara, sum stendur fyri tí besta av tí vit eru sum tjóð« sambært NTB.

Buttigieg royndi at gerast forsetavalevni fyri Demokratarnar til seinasta val, men tók seg aftur tíðliga í tilgongdini. Hann stuðlaði síðan Biden, sum boðið hjá demokratunum til forseta.

Hann verður nú tann fyrsti, sum er opin um at hann er samkyndur, sum verður ráðharri í eini amerikanskari stjórn.

Nýggi flutningsmálaráðharrin hevur áður verið borgarstjóri í South Bend í statinum Indiana. Hann hevur harumframt verið í amerikanska herinum og í tí sambandi verið í Afghanistan.

Senatið atkvøddi fyri Buttigieg sum ráðharra við 86 atkvøðum fyri og 13 ímóti.

/ritzau/