Semjan og lógin samsvara ikki

Tað er danska Integratiónminesteriið, sum hevur tulkingarheimildina viðvíkjandi útlendingalóggávuni, og tí ber illa til at gera eina politiska semju, sum setir seg yvir hetta, sigur Bergur Berg, fulltrúi í Innlendismálaráðnum

Útlendingamálið

Stóran part av vikuni hevur útlendingamálið aftur logað í føroysku miðlunum. Serstakliga var tað einstøk hending í Sørvági, sum aftur festi í málið, men fleiri líknandi mál eru ávegis. Tað vil siga mál, har talan er um útlendignar, sum í longri tíð hava verið í Føroyum, men har nýggja umsóknin um arbeiðsloyvi ikki er til sama arbeiðspláss, sum hesi hava havt áður.

Skilt ella misskilt
Føroyskir politikarar hildu seg annars hava loyst málið, tá avtala í fjør heyst varð gjørd við danska integratiónsministaran, Bertil Haarder.
Føroyska politiska semjan var, at hóast arbeiðsloysið í Føroyum viðførdi eina herda umsiting av útlendingamálum, so skuldi hetta ikki raka teir útlendingar, sum longu vóru í Føroyum. Og í semjuni við danir verður staðfest, at teir ynskja, at umsitingin av lóggávuni verður í so stórt samljóð sum gjørligt við føroyska ynskið.
Men » í so stórt samljóð sum gjørligt« er ikki tað sama sum at staðfesta, at øll føroysk ynski verða eftirlíka. Og tað er í øllum førum ikki hetta, sum framgongur av samskiftinum, sum Jógvan við Keldu hevur havt við Bertil Haarder.
Í svari til Jógvan við Keldu staðfestir danski ráðharrin, at sum hann hevur skilt føroyska ynskið, so snýr hetta seg um at leingja arbeiðsloyvið. Síðani verður í brævinum sagt, at um so er, at hetta er rætt skilt, so verður mannagongdin framyvir tann, at útlendingar í Føroyum fáa lagaligari treytir fyri arbeiðsloyvi men - og hetta er helst tað týdningarmesta - »under henvisning til, at der er tale om fortsættelse af et allerede eksisterende ansættelsesforhold«.
Hetta seinasta merkir, at Innlendismálaráðið hevur handlað beinleiðis eftir politisku semjuni, tá eitt nú málið um Sladianu Petrovic varð viðgjørt. Og uttan iva verður talan um somu niðurstøður í fleiri øðrum málum. Upp til 40 av slagnum, sum skilst.
Skrivið frá Bertil Haarder er sum so seinasta punktumið í politisku semjuni, sum tá varð gjørd. Tað hevur ikki eftirfylgjandi verið ført fram, at Føroyar høvdu ætlað sær enn víðari heimildir. Men tað ber í verandi støðu ikki til at staðfesta, hvørt talan er um politiskan fótfeil, ella um hetta veruliga er tað, sum var ynskið hjá løgtinginum, landstýrinum ella táverandi landstýrismanninum í innlendismálum.
- Eg havi tikið tað støðu, at eg ikki vil úttala meg í útlendingamálinum, nú eg ikki longur eri landstýrismaður. Tað, sum eg havi at siga um hetta, kemur helst fram í einum skriv, sum vónandi kann lýsa málið, er einasta viðmerkingin, sum Jógvan við Keldu vil gera til málið.
Landsstýrismaðurin hevur eftirfylgjandi kunnað landsstýrið um, hvørjar avleiðingar loysnin við Bertil Haarder hevur við sær. Hetta verður váttað í innlendismálaráðnum.

Sum lús millum tvær negl
Bergur Berg, fulltrúi í Innlendismálaráðnum, staðfestir, at teir ikki fáa tulkað lógina petti øðrvísi enn tað, sum framgongur í skrivinum frá danska ráðharranum. Hóast hann ikki nýtir orðini sjálvur, so tykist tað greitt, at innlendismálaráðið í nógvar mátar situr sum lús millum tvær negl í málinum. Partvíst er eitt politiskt ynski um, hvussu málið skal umsitast. Men partvíst - og meira avgerandi - so eru greiðar fyrisitingarligar reglur fyri leiklutinum hjá føroyska ráðnum.
- Vit eru ikki annað enn hoyringsmyndugleiki í hesum málinum. Í so máta er okkara leiklutur ikki stórt øðrvísi, enn hann er hjá einum arbeiðsmaknaðarráð. Snøgt sagt, so er okkara uppgáva at savna teir faktuellu upplýsingar, sum vit verða bidnir um at savna. Og so skal til- ella frámæli gerast sambært hesum.
Men fáa tit tá ikki tikið støðu til, hvørt talan er um generelt arbeiðsloysi í einum øki, ella um ávísum vinnugreinum tørvar kanska arbeiðsmegi?
- Tað gera vit. Men í aðrar mátar er einasta fríheitin hjá okkum tann, sum er staðfest í skrivinum frá Bertil Haarder. Nevnliga at talan er um sama arbeiðspláss, og at arbeiðsgevarin gevur til kennar, at tørvur er á viðkomandi starvsfólki.
Í blaðnum í gjár staðfestu vit, at danska útlendingalógin millum annað eisini inniheldur reglu um, at serlig humanitær atlit kunnu takast. Er føroyska ynski veruliga, at hesir útlendingarnir skulu verða verandi í landinum. Ber tá ikki til at nýta hesa lógargreinina?
- Nei. Sum fyrisitingarmyndugleiki hava vit onga tulkingarheimild. Í Danmark er handan greinin bara nýtt í heilt serligum førum. Eitt nú um talan er um læknahjálp, sum útlendingur kann fáa í Danmark, men sum viðkomandi ikki fær í heimlandinum. Vit hava onga heimild til at tulka hetta øðrvísi. Tulkingarmyndugleikin liggur púra fast hjá danska integratiónsmálaráðnum, sum eisini hevur alla málsviðgerðina á økinum, staðfestir fulltrúin at enda.