Ósemja um oljuvinnu norðanfyri

Í næsta mánað fara norsku myndugleikarnir fyri 18. ferð at bjóða oljufeløgunum øki at leita á.

Í seinastuni hevur verið gitt, um myndugleikarnir fara at taka Barentshavið við í hetta útbjóðingarumfarið. Einar Steensnæs, oljumálaráðharri, hevur sagt, at hann tekur undir við at taka tær norðaru havleiðirnar við, men tað er minni enn so vist, at hann fær sín vilja. Kristiligi Fólkaflokkurin hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra hevur gjørt púra greitt, at hann tekur ikki undir við, at oljufeløgini sleppa at bora á leiðum, sum eru so týðandi fiskileiðir, sum Barentshavið er. Norsku umhvørvisverndarfelagsskapirnir taka av heilum huga undir við Kristiliga Fólkaflokkinum.

Arbeiðaraflokkurin og Høgriflokkurin taka harafturímóti undir við oljumálaráðharranum, og norskir fjølmiðlar siga, at avgerðin hjá Arbeiðaraflokkinum at bjarga fíggjarlógini hjá stjórnini fyri næsta ár kann bera í sær, at stjórnin noyðist at laga seg eftir tí stóra andstøðuflokkinum í oljumálinum.