Semja um nýggjan sáttmála

Tað hevur eydnast semingsmanninum, Terja Sigurðsson, at finna semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum

Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála.

 

Smaráðingar hava verið síðani sáttmálin gekk út 30. apríl, og seinastu dagarnar hevur staðið í botni. Tí vórðu seminingsmenninir boðsendir.

 

Og sum skilst av Hotel Føroyum er talan um ein tvey ára sáttmála, har lønirnar tað fyrra árið hækka 3,5 prosent og seinna árið aftur vaksa 3,5 prosent.

 

Øll feløgini hava skrivað undir – eisini Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum fór burtur úr samráðingunum saman við hinum fýra arbeiðarafeløgunum.

 

Tilsamans gevur tað 7,12 prosent í lønarhækking seinna árið.

 

 

 

 

 

út voð 8 prosent í 2 ár, meswta síðani aldarskiftið.

 

Semingsmenn: Fróði Sivertsen, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen