Semja um borgarliga stjórn í Svøríki

Í morgin fara teir fýra borgarligu flokkarnir í Svøríki at hava tíðindafund, har teir leggja fram stjórnargrundarlagið

 

Formaðurin í triðstørsta flokkinum í Svøríki, Ulf Kristersson, verður eftir øllum at døma nýggjur svenskur forsætisráðharri í næstu viku Mynd: Jonas Ekströmer/TT/Ritzau Scanpix

Svenska sjónvarpsstøðin SVT sigur, at teir fýra floksleiðararnir á svenska høgraveinginum ætla at halda tíðindafund í morgin klokkan 10 lokala tíð.

Har fara teir at leggja fram eina avtalu um stjórnargrundarlag fyri komandi fýra árini.

Klokkan 11 skal formaðurin í Moderaterna, Ulf kristersson, hitta sonevnda talmannin (tingformannin) fyri at geva honum boð um nýggja svenska stjórn.

Í gjár var freistin annars úti fyri at skipa nýggja stjórn. Tað eydnaðist tó Ulf Kristersson at fáa freistina longda til í morgin.

Sambært SVT eru ætlanir um eina atkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum um nýggju stjórnina mánadagin. Verður meiriluti, kann stjórnin taka við í næstu viku.

Flokkarnir í semjuni eru Svøríkisdemokratarnir, Liberalarnir, Kristindemokratarnir og Moderatarnir. Teir hava samráðst seinastu dagarnar um avtaluna.

Val var í Svøríki 11. september, har teir fýra flokkarnir fingu meiriluta.

/ritzau/

 

Formaðurin í triðstørsta flokkinum í Svøríki, Ulf Kristersson, verður eftir øllum at døma nýggjur svenskur forsætisráðharri í næstu viku Mynd: Jonas Ekströmer/TT/Ritzau Scanpix