Flogfelagið SAS og SAS-flogskiparar í Danmark, Noreg og Svøríki hava í dag gjørt semju um nýggjan sáttmála.
Tað siga donsku fjølmiðlarnir DR og TVw, sum eru til staðar við samráðingarnar í Stokkhólm.
Semja er um nýggja sáttmálan, eftir at umleið 900 flogskiparar hava verið í verkfalli í 14 dagar.
Enn eru eingir upplýsingar um, hvat stendur í nýggja sáttmálanum.
Seint í gjárkvøldið fóru SAS og flogskipararnir hvør til sítt eftir 33 tímar samráðingar. Í morgun hildu tey fram við samráðingunum.
Sambært ferðaætlanini lendir SAS flogfarið SK1777 úr Keypmannahavn í Vágum klokkan 12:15 í morgin.
/ritzau/