21.00: Í síðstu løtu eydnaðist tað sersambondunum at finna eina semju á stríðið, ið hevur verið síðstu vikurnar.
Stríðspartarnir báðir samdust um at trekkja eitt umboð hvør, soleiðis at tey trettan sersambondini fingu trý umboð, og hini trý eitt umboð í nevndini.
Tey trettan sersambondini peikaðu á Schandorff Vang, Sigurð Rasmussen, Heðin Joensen og John Kjær til nevndarlimir. Við nýggju semjuni, valdu tey at taka Heðin Joensen av listanum.
Hini trý sersambondini peikaðu á Gunnar Djurhuus og Jon Hestoy. Við nýggju semjuni varð Gunnar Djurhuus tikin av listanum.
Lutakast avgjørdi hvussu leingi nevndarliminir skuldu sita. Tað endaði við, at John Kjær og Jon Hestoy vórðu valdir fyri fýra ár, meðan Schandorff Vang og Sigurð Rasmussen vórðu valdir fyri tvey ár.
__________________________________
20:53. Fyri løtu síðani varð Elin Heðinsdóttir Joensen einmælt vald til nýggja forseta í ÍSF. Harvið er hon vorðin søgulig, tí hon er fyrsti kvinnuligi forseti í søguni hjá ÍSF.
__________________________________
20:37. Steðgurin, ið skuldi vera heilt stuttur, hevur nú verið í góðan hálvan tíma.
Flestu fundarfólkini standa í fundarhølini, meðan bíða verður eftir nøkrum av fundarfólkunum, ið eru farin í onnur hølir at fundast um hvussu atkvøðast skal.
Spenningurin er nú knýttur til, um tey trettan sersambondini halda saman, tá nevndin skal veljast, ella um onkur rossahandil verður gjørdur handan leiktjøldini.
__________________________________
20.08: Aðalfundurin er nú liðugur at atkvøða um broytingaruppskotini, ið vóru løgd fyri fundinum.
Ein lítil steðgur er, áðrenn fari verður til at atkvøða um val av forkvinnu og val av nevndarlimum.
__________________________________
19.33: Higartil hevur kjakið á aðalfundinum verið merkt av, at tað er ein minniluti og meiriluti í ÌSF. Meðan umboð fyri Flógbóltssambandið, Hondbóltssambandið og Svimjisambandið hava tikið orðið og víst á sína misnøgd viðvíkjandi fíggjarlig viðurskiftir, serliga býtislyklinum, so hava hini trettan sersambondini sjáldan ikki tikið orðið.
Tá tey tó hava tikið orðið, hevur tað verið fyri at rætta onkur smátøl á fíggjarlógini. Einki umboð fyri tey trettan sersambondini, ið atkvøddu fyri býtislyklinum, hava nevnt lykilin við einum orði.
Saman ger seg galdandi í teimum broyingaruppskotum, ið eru løgd fyri aðalfundin, har tað tykist, at tað í stóran mun verður atkvøtt í tveimum bólkum. Tey trettan sersambondini, ið fundaðust áðrenn aðalfundin, atkvøða saman, meðan hini trý sersambondini atkvøða saman.
_______________________________
19.25: Júst sum aðalfundurin skuldi atkvøða um fíggjarætlanina, tók Jon Hestoy, umboð fyri Svimjisambandið, orðið, og kravdi at atkvøtt varð fyri fíggjarætlanini fyri seg og býtislyklinum fyri seg.
Tað góðtók fundarstjórin.
Fyrst varð atkvøtt um fíggjarætlanina, og varð hon einmælt samtykt
Síðani varð atkvøtt um býtislykilin, og tá varð úrslitið, at tey trettan sersambondini, ið hava fundast áðrenn aðalfundin, atkvøddu fyri býtislykilinum, meðan hini trý atkvøddu ímóti honum.
_______________________________
19.20: Magnus Tausen, umboð fyri Flogbóltssamband Føroya, tók orðið eftir at fíggjarætlanin fyri komandi ár varð lagdur fram, og fanst at, at tað tykist, at tað er Umboðstingið og ikki Fíggjarnevndin, ið hevur ásett býtislykilin, hóast tað er stríð við galdandi samtykt.
Sitandi forseti, Peter Ove Petersen, svaraði, at Fíggjarnevndin hevði eitt uppskot til býtislykil, men at Umboðstingið vrakaði hann í fyrstu atløgu.
Hann greiddi víðari frá, at Fíggjarnevndin ikki metti tað vera rætt, eftir at hava gjørt eitt nýtt uppskot, at leggja eitt uppskot fyri aðalfundin, ið Umboðstingið ikki tók undir við. Tí varð ráðført við Umboðstingið um nýggja lykilin. Tað er sambært forsetanum orsøkin til, at Umboðstingið hevur havt ein leiklut í ásetingini av býtislyklinum.
_______________________________
Hóast ymiskar viðmerkingar um smærri feilir í ársroknskapinum fyri 2015, so varð roknskapurin einmælt samtyktur.
Næsta punkt á skránni er fíggjarætlanini fyri næsta ár.
_______________________________
Ikki kann sigast, at ársfrágreiðingin leidid til tað stóra kjakið á aðalfundinum.
Eftir at Kristian Johansen hevði havt orðið, tók Jon Hestoy, umboð fyri Svimjisambandið, orðið, og fanst at gomlu starvsnevndini, fyri at hava skapt split í ÍSF.
Hann fanst eisini at gamla forsetanum, Petur Elias Petersen, ið hann samanlíknaði við ein skipara, ið var fyrstur at rýma av skipinum, tá hann bar við land.
At enda heitti hann á nýggju nevndina, um at virka soleiðis fyri, at semja aftur verður millum sersambondini, og ikki lata stríð um pengar oyðileggja samstarvið.
Eingin annar tók orðið, og er tað harvið bara umboð fyri tey trý sersambondini, ið hava verið hildin uttanfyri, ið hava tikið orðið.
________________________________________________
Tað gekk ikki leingi áðrenn ósemjan um býtislykilin varð nevndur.
Fyrstur at taka orðið eftir at Peter Ove Petersen var liðugur við ársfrágreiðingina, var Kristian Joensen, formaður í Hondbóltssambandinum, ið rættaði upp á virkandi formannin.
Formaðurin í HSF var ónøgdur við, at virkandi ÍSF-formaðurin segði, at øll sersambond høvdu fingið meira pengar við nýggja býtislyklinum.
Tí var Kristian Johansen ósamdur við, og førdi fram, at HSF fekk fýra prosent minni í stuðli við nýggja býtislyklinum.
________________________________________________
Ársfrágreiðingin er merkt av, at virkandi forsetin fyrst tók við sessinum fyri nøkrum vikum síðan, eftir at táverandi forsetin, Petur Elias Petersen, legði frá sær.
Kanska tað mest áhugaverd var parturin um, at enn verður arbeitt aktivt fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar.
Peter Ove Petersen greiddi frá, at Umboðstingið hjá ÍSF hevur gjørt greitt, at tey vilja byrja eina nýggja roynd at fáa Oyggjaleikir til Føroyar.
- Sum partur av tí, so hevur Oyggjaleikanevndin havt fund við Visit Faroe Islands og umboð fyri føroysku hotellvinnuna. Endamálið við fundunum er at gera eitt so gott og realistiskt boð upp á Oyggjaleikir sum gjørligt, segði virkandi forseti.
Upplýst var eisini, at Oyggjaleikanevndin hevur verið í samband við IIGA um møguleikan fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar.
Forsetin nevndi ikki hvat ár tað er ætlanin at fáa Oyggjaleikirnar til landið, men upplýst var, at tað skuldi vera skjótast gjørligt.
______________________________________________
Eftir atkvøðugreiðslu hevur aðalfundurin í ÍSF samtykt, at fjølmiðlarnir skulu sleppa at vera við á aðalfundinum hjá ÍSF.
Fyrsta mál á skránni eftir, at dyrnar vórðu latnar upp fyri fjølmiðlunum er ársfrágreiðingin frá farna ár. Tað er Peter Ove Petersen, virkandi forseti, ið hevur orðið.
______________________________________________
Um nakar var í ivi, so gjørdist tað klárt beinanvegin, at talan er um ein aðalfund av teimum heilt serliga slagnum, tá sersambondini í ÍSF í kvøld hittust á Panorama.
Fjølmiðlarnir hava nevniliga fingið at vita, at tey sleppa ikki inn á fundin, fyrr enn nevndin hevur atkvøtt, um tey ynskja at fjølmiðlarnir eru við. Tað tykist eisini at hava tikið fleiri av fundarfólkunum á bóli, ið siga, at tey aldrin hava upplivað hesa støðuna áður.
Fundurin hevur fingið nógva umtalu í føroyskum fjølmiðlum seinastu dagarnar, serliga aftaná at tað gjørdist klárt, at veruligur vandi er fyri, at ÍSF syndrast.
Trý av sersambondunum hava nevniliga gjørt greitt, at um teirra sjónarmið ikki verða hoyrd á fundinum og nýggju nevndini, so kann endin vera, at tey rýma úr samstarvinum.
Hinvegin hava fleiri formenn í hinum sersambondunum funnist at fjølmiðlunum fyri tað, ið tey meta er ein eintáttað viðgerð av málinum.
______________________________________________
Tað er lagt upp til ein lagnufund í ÍSF í kvøld, nú sersambondini skulu velja fýra nevndarlimir og ein forseta. Stór ósemja er millum sersambondini um býtislykilin, ið skal býta næstan 11 milliónirnar út millum sersambondini. Ein ósemja, ið helst fer at síggjast aftur í nevndarvalinum í kvøld.
Frammanundan er greitt, at Elin Heðinsdóttir Joensen verður nýggjur forseti, tí hon er einasta valevni.
Stríðsval verður tó um nevndarsessirnar. Trettan av teimum sekstan sersambondunum hava sligið seg saman og havt fund uttan trý av sersambondunum. Á fundinum hava tey avgjørt at skjóta upp at velja Schandorff Vang og Sigurð Rasmussen fyri fýra ár og Heðin Joensen og John Kjær fyri tvey ár.
Tey trý sersambondini hava skotið Gunnar Djurhuus og Jon Hestoy upp til tvey ára skeiðið, men hava ongan skotið upp, ið skal sita í nevndini í fýra ár.
In.fo er á staðnum og fylgir aðalfundinum.










