Semingsuppskot er lagt fyri partarnar

Partarnir skulu svara í seinasta lagi á døgurða í morgin, um teir góðtaka ella vraka uppskotið

Fyri løtu síðani hevur semingsstovnurin lagt semingsuppskot fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum seinastu dagarnar hava samráðst um nýggjan sáttmála.

 

Talan er um Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini. Semingsmaðurin varð boðsendur 17. mai, tá ið partarnir ikki einsamallir megnaðu at samráða seg til semju um nýggjan sáttmála.

 

Síðani hevur verið samband millum partarnar, og í gjár og aftur í dag hava samráðingar verið á Hotel Føroyum.

 

Tað var fyrr í vikuni sagt, at tað var langt millum partarnar. Men fyri løtu síðani hevur semingsstovnurin lagt uppskot um nýggjan sáttmála fyri partarnar. Freistin at svara er til á døgurða í morgin. Nú er tað upp til partarnar at góðtaka ella vraka uppskotið. Um báðir partar góðtaka uppskotið, verður tað nýggjur sáttmáli. Um annar ella báðir partarnir vraka uppskotið, er møguleiki fyri, at verkfall verður lýst. Møguleiki er eisini fyri, at semingsmaðurin ger av at halda fram við samráðingunum.

 

Tað ber ikki til at fáa nakað at vita frá semingsmanninum um, hvat innihaldið í semingsuppskotinum er.

 

Tríggir semingsmenn hava umboðað semingsstovnin í dag. Terje Sigurðsson, Fróði Sivertsen og Símun Absalonsen, sum her síggjast á myndini, ið er tikin á Hotel Føroyum í kvøld.

 

Semingsmenninir Fróði Sivertsen, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen á Hotel Føroyum, har semingsuppskot í kvøld er lagt fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini