Selt skógvar og sjóklæðir í 25 ár

21. mars vóru liðin 25 ár síðan Skóbúðin hjá Mundu í Leirvík læt upp.

Umframt skógvar selur handilin eisini sjóklæðir og annað í hesum sambandi.

Um orsøkina til at hon byrjaði at handla, sigur Munda Langgaard, sum eigur og rekur handilin, at hon sum ung hevði arbeitt í handli og hevði altíð ynskt at havt ein handil sjálv.

Tá so Rólant Langgaard í Leirvík, sum hevði havt skósmiðju og selt skógvar, gavst við sínum virksemi, keyptu hon goymsluna hjá honum og byrjaði at handla í kjallaranum í teirra egnu húsum. Tað passaði henni eisini væl at hava handilin heima, meðan børnini vóru smá.

Munda er ættað úr Oyndarfirði, dóttir Janu, f. Eldevig, úr Elduvík, og Hans Jacob Abrahamsen, vanliga nevndur Hans Jacob á Bakka, úr Oyndarfirði.

Sum ung fór hon til Klaksvíkar, har hon m.a. arbeiddi í Keypssamtøkuni og tók handilsskúlaprógv.

Hon giftist við Remi Langgaard úr Leirvík, sum lærdi á bedingini í Klaksvík. Tey fluttu Leirvíkar í 1968 og fluttu í síni egnu hús har í 1969.

Tey eiga fimm børn: Hans Jákup, sum býr í Hoyvík, Robert, sum býr í Runavík, Jaspur, sum býr á Nesi, Reimund, sum býr í Leirvík og Gudny, sum er undir útbúgving í Onglandi. Eisini eiga tey 10 ommu- og abbabørn.

Í sambandi við at handilin fyllir 25 ár, hevur Skóbúðin hjá Mundu nógv góð tilboð hesa vikuna.