Fisksikapur
Tunfiskabáturin Selnes av Tvøroyri, er ikki longur undir føroyskum flaggi.
Viberg Sørensen, reiðari sigur, at tað var neyðugt at fáa bátin undir annað flagg, um tað yvirhøvur skuldi verða honum lív lagað.
Hann sigur, at furi at fiska var tað neyðugt at fara aftaná fiskinum. Og tá ið tunfiskurin fór vestureftir, var onki annað at gera, uttan at fylgja við.
Viberg Sørensen sigur, at hann støkti Landsstýrið um loyvi at fiska í altjóða sjógvi, men fekk ongantíð svar.
Tí var onki annað at gera, uttan at fáa bátin undir annað flagg.
Sostatt siglir selnes nú undir kambodjanskum flaggi.
Teir føroyingarnir, sum vóru við eru eisini komnir heim. Nú eru tað mest kinesarar, sum manna bátin.
Í løtuni fiskar Selnes á leiðini við Bermuda.
Viberg Sørensen sigur, at annars eru eigaraviðurskiftini óbroytt.
Selnes er fyrrverandi japanski tunfiskabáturin Boada 7, men í 1999 kom hann undir føroysk flagg, men her var hann so bara í eitt gott ár. Hann varð bygdur í 1998 í Japan