Reiðarafelagið harmast um, at trý av teimum stóru skipunum eru farin av landinum seinastu vikuna, og at tað fjóðra er væl á veg at fara. Eyka sárt heldur felagið vera, at hetta er vegna vantandi fiskimøguleikar
Hesi skipini eru Tróndur í Gøtu, Høgaberg , Sundaberg og Norðborg.
- Øll hesi skipini hava tænt okkum væl og hava givið yvir 100 monnum ein inntøku, ið altíð hevur verið í hægra endanum. Bara eitt skip er á veg innaftur, og tað er nýggi Tróndur í Gøtu, sum vónandi kemur til landið fyrst í 2010, skrivar Reiðarafelagið á heimasíðu síni, www.shipowner-fo.com
Felagið sigur, at tað er nógvur makrelur í føroyskum sjógvi, og tí heldur Reiðarafelagið tað vera sera harmuligt, at vit ikki kunnu fáa nyttu av hesum skipunum, sum øll eru serliga væl egnað til hendan fiskiskap.
- Men vit eru bundin av avtalum við NEAFC um kvotur av makreli. Vónandi fáa vit broytt okkara støðu í makrelfiskiskapinum soleiðis, at vit fáa størri atgongd til fisk í okkara egna sjógvi, sigur felagið, sum heldur, at tað má verða okkara mál undir komandi samráðingum í London um makrelveiðuna, at vit fáa sannført hini londini um, at nógv meira er til av makreli enn vit gruna.
Íslendingar veiddu 112.000 tons í fjør, og helst verður veiðan enn størri í ár. Teir fiska fram við føroyskum sjóøki, og tí er eingin ivi um, at nógv meira makrelur er í føroyskum sjógvi.
Tí heldur Føroya Reiðarafelag tað vera eyka sárt, at nótaskip verða seld av landinum vegna vantandi fiskimøguleikar.
- Vónandi fáa vit sannført NEAFC um, at Føroyar fáa nógv størri part av heildarkvotuni, enn tey 5% vit eiga nú, sigur felagið.