Selja rottukjøt í London

Sølubúðir har eysturi í London hava selt eina rúgvu av rottukjøti, hóast tað er ólógligt, tí rottukjøt verður ikki mett sum trygg matvøra. Tað skrivar BBC.

Bretska kringvarpið veit at siga, at fjald vakmyndatól hava avdúkað handilin við rottukjøti.

Keldur hjá BBC hava greitt frá, at tað er serliga í Dalston í Eysturlondon, at tað ber til at keypa rottukjøt, men tey, sum hava handlar og sølubúðir har, avsanna tíðindini.