Selja part av Landsbankanum

Íslendska stjórnin ætlar sær at selja ein part av tí almenna partinum av Landsbankanum. Tað sigur Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, í samrøðu við tíðindastovuna Reuters.

Sum er eigur staturin 81,3 prosent av Landsbankanum, men forsætisráðharrin sigur, at ætlanin er at selja so mikið, at staturin hevur tveir triðingar av bankanum eftir. Gongst sum ætlað, verður sølan fullførd í hesum árinum.

Jóhanna Sigurðardóttir sigur við Reuters, at tað kann eisini koma upp á tal at selja burtur av tí almenna partinum av øðrum bankum, um stjórnin fær eitt nóg gott tilnoð.