Tað merkist í rúsdrekkasøluni í Miðlon, tá tað er ólavsøka, tó at føroyingarnir er vorðnir eitt vet frægari at keypa inn undir seg í betri tíð, enn fyrr.
- Vit hava væl meira at gera dagarnar upp til ólavsøkuna. Serliga eru tað seinastu tríggjar dagarnir upp til ólavsøkuaftan, at nógv fólk koma inn, og tað hevur verið mynstri seinnu árini. Føroyingarnir tykjast tó at hava býtt seg út á fleiri dagar nú, í mun til fyrr, tá tað vóru ógvuliga nógv, sum komu dagin fyri ólavsøkuna, sigur Ronnie K. Davidsen, handilsleiðari í Tórshavn.
Júst hvussu nógvar litrar av rúsandi løgi føroyingar drekka á ólavsøku, er ilt hjá handilsleiðaranum at meta um, tí tølini eru ikki gjørd upp enn.
- Eg havi sum so ikki nakað neyvt liturtal. Tó kann eg siga, at umsetningurin er øktur við nøkrum 4 prosentum í mun til julimánað í fjør – men tað er eisini orsaka av príshækkingum. Eg vildi mett, at talan er um áleið eina hálva millión meira í umsetningi, sigur hann.
Sum heild hava føroyingar minkað um rúsdrekkanýtsluna seinnu ári, og serliga eru teir farnir at skifta heilt sterka spiritusi út við vín. Ólavsøkan er tó undantaki.
- Ólavsøkan hevur sína snapsakendu siðvenju, og vit leggja eisini merki til, at nógv meira av spiritus verður selt dagarnar upp til ólavsøku. Eisini selja vit meira av tí føroyska rúsdrekkanum, serliga øli og cider, sum allarhelst at stóð á teimum køldu borðunum, sigur Ronni K. Davidsen, handilsleiðari í Rúsuni í Miðlon.










