Kolvetni og skattalóg
Málið um umsitingina av kolvetnisskatti, ið varð til umrøðu á oljuráðstevnuni í Havn nú um dagarnar varð eisini umrøtt á tingi mikudagin, tá fyrispurningur varð settur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra um eitt nú dupultskattaavtalur. Landsstýrismaðurin segði, at tað er álagt toll- og skattstovuni at fyrireika tilfar at brúka í samráðingum við onnur lond um tvískattaavtalur. Vinnan er spurd, hvat hon heldur og ein útlendskur serfrøðingur er biðin um at ráðgeva um slíkar samráðingar. Sambart útvarpinum boðaði løgmansskrivstovan fyri stuttum frá enska sendiharranum, sum var í Føroyum í summar, at Bretland heldur seg ikki hava brúk fyri tvískattaavtalu við Føroyar.
Tað var annars Ben Arabo, formaður í FOÍB, sum á oljuráðstevnuni nú um dagarnar, ið hevðist at myndugleikunum fyri handfaringini av kolvetnisskattinum, har útlendsk oljufólk, sum koma til Føroya í nakrar dagar, skulu gjalda skatt frá fyrsta degi. Tað krevur eitt nú nógva umsiting hjá oljufeløgunum. Ein orsøk til, at hetta er so, er tann, at Føroyar hava ikki tvískattaavtalu við m.a. Ongland.
Við útvarpið mikukvøldið, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður, at landsstýrið fer ikki at gera lagaligari skipanir fyri fólk úr londum, sum Føroyar ikki hava tvískattaavtalur við, fáa føroyingar ikki somu sømdir í hesum londum.
Karsten Hansen vísti á, at áðrenn kolvetnislóggávan varð gjørd tosaðu teir við lond, sum hava royndir á hesum øki og alla staðni varð fingu tey í Fíggjarmálaráðið ávarað um at ansa eftir, at tað vóru nógv smærri feløg, sum komu til landið og gjørdu eina uppgávu fyri nakrar milliónir í nakrar vikur, fingu sínar pengar frá loyvishavarunum og rýmdu síðani. Eftir stóðu skattamyndugleikarnir, sum ongar pengar fingu, tí hesi feløg hoyrdu til aðrastaðni í heiminum, sum man ongar avtalur hevur við. Tí varð føroyska lógin smíðað soleiðis, at loyvishavarin hevur ábyrgdina mótvegis undirentreprenørum, soleiðis at landskassin fær tann partin, sum hann eigur sambart lógini.
-Tá oljufeløgini her heima nú skulu gera eitt ávíst arbeiði hevur tað so víst seg, at onkur er misnøgdur, tí ábyrgdin er løgd á tey sigur landsstýrismaðurin við útvarpið og leggur aftrat, at hann heldur hetta vera eina góða skipan, tí yvirornað snýr tað seg hjá føroyingum um at fáa úrtøku burtur úr oljuvinnu so ella so. Og skal tú tað, hevur tú ikki nógvar møguleikar uttan at leggja ábyrgdina út. Vit hava gjørt eina einfalda skipan. Nú skal onkur til at gjalda eitt sindur av pengum, tí man ikki hevur gjørt tað man skal sambart lógina.
Karsten Hansen sigur víðari við útvarpið, at vit hava dupultskattaavtalur við nøkur lond og royna at fáa slíkar við enn fleiri lond. -Vit hava roynt at fáa eina avtalu við Bretland. Teir siga, at teir í løtuni hava ikki áhuga. So er hetta tað, sum vit kunnu handla við. Um vit fara og avreiða okkara poeng áðrenn, og so fara til samráðingar, tá vit hava givið út, og so fáa vit einki úrslit. Vilja teir hava eina avtalu við okkum, so vilja vit tað, men eg vil ikki selja út áðrenn segði Karsten Hansen við útvarpið mikudagin.