Selja hálvhosur og hjálpa børnum í Afganistan

- Vit vita, at hóast vit eru smá og fáment, so kunnu vit lyfta nógv í felag, siga Vióla og Leif í Oyndarfjarðar skúla.

 

Leif og Vióla í Oyndarfjarðar skúla, har Hansa M. Glerfoss er einalærari.

Í skúlanum í Oyndarfirði eru tey í holt við eitt tiltak, sum hevur til endamáls at savna inn pening til neyðstødd børn í Afganistan.

 

Tey eru farin at selja hálvhosur, sum ein 81 ára gomul langomma hevur bundið, soleiðis sum tikið verður til í einum uppslagi á Facebook.

 

- Hon hevur latið okkum hosurnar at selja, og tað eru vit sera takksom fyri, siga Vióla og Leif í Oyndarfjarðar skúla, har Hansa M. Glerfoss er einalærari.

 

Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til Reyða Kross innsavningina til frama fyri neyðstødd børn í Afganistan.

 

Á heimasíðuni hjá Reyða Krossi verður víst á, at Afganistan í løtuni er rakt av sera umfatandi kreppu.

 

- Mett verður, at ein miljón børn undir 5 ár fara at svølta í hel næstu tíggju mánaðirnar, og sambært World Food Programme er hetta ringasta humanitera kreppan í heiminum.

 

Hetta vilja børnini í Oyndarfjarðar skúla gera nakað við. 

 

- Vit vita, at hóast vit eru smá og fáment, so kunnu vit lyfta nógv í felag. Um tit ynskja at hjálpa okkum at stuðla, kunnu tit keypa eitt ella fleiri pør av hosum. 

 

Børnini leggja aftrat, at fólk eru vælkomin at skriva til teirra umvegis læraran, Hansu M. Glerfoss, og tey vóna, at mong vilja rætta børnunum í Afganistan eina hjálpandi hond.

 

##med2##

 

 

 

Leif og Vióla í Oyndarfjarðar skúla, har Hansa M. Glerfoss er einalærari.

- Ein 81 ára gomul langomma hevur bundið og latið okkum hosurnar at selja.