Tað var kul, tá ið Ellen DeGeneres gjørdi tað til Oscars. Tað var kul og provokerandi, tá ið Thorning, Obama og Cameron gjørdi tað til minningarhaldið fyri Nelson Mandela. Tað var kanska eisini kul, tá ið Barbara Holm, Dia Midjord, Eirikur Lindenskov og fleiri onnur gjørdi tað til FMA.
Og nú er tað tað kulasta á Facebook. Kendir føroyingar eru óførir at leggja selfies út í tíð og ótíð.
Vit lata myndirnar tala fyri seg.