Seldu veðragjólingar á uppboðssølu

Í gjárkvøldið var uppboðssøla av fimm veðragjólingum á Sandi.

Finnleif Fagradal, uppboðssøluhaldari, stendur uppi í vogninum, og Tummas Løkjá syrgir fyri tí skrivliga partinum.

Í gjárkvøldið var uppboðssøla av fimm veðragjólingum á Sandi. Veðragjólingarnir vóru úr haganum við Klivaløk, syðri partur.

Uppboðssølan varð hildin í verkstaðsbygninignum hjá Finnleifi Fagradal, og tað var Finnleif sjálvur, sum var uppboðssøluhaldari.

Tummas Løkjá stóð við blokki og penni og syrgdi fyri tí skrivliga partinum.

Nakað av fólki var savnað, og áhugi var at bjóða. Kapping var um at ogna sær veðragjólingarnar og av teimum fimm, sum seldir vórðu, endaðu tríggir í Skopun.

Tað tók bert ein hálvan tíma at avgreiða uppboðssøluna.

Tveir av veðragjólingunum fóru fyri 2000 krónur hvør, tveir fóru fyri 1900 krónur hvør og hin fyrsti, sum varð seldur, fór fyri 1400 krónur.