Um tað er góða veðrið, jóansøkan ella um fólk bara eru vorðin troytt av at spæla Gekk er torført at siga, men hóast Gekkurin aldrin hevur verið so høgur sum nú, minkaði sølan av seðlum munandi í síðstu viku.
Í alt blivu 33.500 seðlar seldir í síðstu viku, og er tað heili 4.000 seðlar færri enn fyri tveimum vikum síðan, upplýsir Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarstjóri í Kringvarpinum.
Sostatt hevur talið av seldum seðlum ligið støðugt miðskeiðis í tretivunum síðan høvuðsvinningurin fór upp um tvær milliónir krónur fyri átta vikum. Hetta tíðarskeiðið hevur sølan ligið millum 33.000 og 37.5000 seðlar.
Komandi fríggjakvøld er Gekkurin 3,6 milliónir krónur og er tað 1,4 milliónir krónur hægri enn gamla metið frá 14. apríl 2016, tá ein heppin føroyingur vann 2,2 milliónir krónur í Gekkinum.