Seldu lundar fyri at bjóða føroyingum til Finnlands

Aftur í ár hevur ?Fonden för Färöarna? boðið einum føroyingi til Finnlands.

Í ár skal Brynhild Næs Petersen úr Fuglafirði

Aftur í ár stendur einum føroyingi í boði at fara til Finnlands.

Í ár skal Brynhild Næs Petersen úr Fuglafirði til Helsingfors í eina viku í november, so hon kann kunna seg um Finnland og finska mentan,sigur Norrøna Felagið í Føroyum í tíðindaskrivi.

Annað hvørt ár bjóðar grunnurin einum føroyingi til Finnlands. Hetta verður gjørt í samstarvi við Norrøna Felagið í Føroyum, sum innstillar trý fólk. Í mars 2007 var Búi Dam gestur hjá finsku Føroyavinunum í Helsingfors.

?Fonden för Färöarna? ella ?Färöfonden?, Føroyagrunnurin, varð stovnaður í 1975. Pengarnir í grunninum komu frá einum stórum tiltaki, sum finska Føroyavinarfelagið Tjaldur skipaði fyri. Millum annað vórðu útstappaðir lundar seldir í Finnlandi.

Síðani er grunnurin vaksin so líðandi við gávum og við pengum frá finska Norrøna Felagnum.

Endamálið hjá finska Føroyagrunninum er at geva ungum føroyingum møguleika at vera við á fundum, skeiðum og ráðstevnum í Finnlandi um teirra egnu áhugamál.

Í stýrinum hjá grunninum eru tvey fólk fyri Tjaldur, tvey fyri finska Norrøna Felagið, Pohjola-Norden, og tvey fólk fyri Pohjola-Nordens Ungdomsförbund.