Seldu átta veðragjólingar á uppboði

Leygarkvøldið seldi Borðan í Nólsoy átta veðragjólingar á uppboðssølu.

Leygarkvøldið seldi Borðan í Nólsoy átta veðragjólingar, sum fóru fyri millum 800 og 2200 krónur hvør, og sum skilst lá miðalprísurin um 1500 krónur fyri hvønn veðragjóling.

 

Á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - sæst, at væl av fólki var samankomið til uppboðssøluna, og onkur keypti ikki færri enn tríggjar veðragjólingar hetta kvøldið.

 

- Tveir aðrir veðragjólingar, sum framvegis ganga á Borðuni, eru eftir og verða seldir seinni, um teir koma heim á lívi, ger onkur, sum veit um hagan, vart við á facebook-síðuni hjá nólsoyingum.

 

Á myndini, sum Evy T. Nielsen hevur tikið, sæst Tórfríð Johannesen fara avstað við einum veðragjólingi.