Seldu 1.150.000.000 fartelfonir

Ein uppgerð hjá bretska Gartner vísir, at til samans vórðu 1,15 milliardir nýggjar fartelefonir seldar í fjør Vøksturin á alheims marknaðinum fyri fartelefonir var í fjør 16 prosent. Ikki minst tí tað í londum sum India og Kina nú er alt meira vanligt, at fólk hava sína egnu fartelefon, skrivar Gartner í frágreiðing síni.

Tað er tó ymiskt, hvussu nýtslumynstrið er í ymsu londunum. Í vesturheiminum hevur gongdin verið, at brúkarin vil hava alt meira framkomnar fartelefonir, meðan tað eru tey meira vanligu modellini, sum vórðu seld í eitt nú Kina og India.

Størsta marknaðarpartin hevur finska Nokia, sum í fjórða ársfjórðingini hevði 40% av alheims marknaðinum.