Maðurin var dømdur fyri at liggja inni við fleiri vápnum, bæði riflum og hondskotvápnum. Hesi hevði hann flutt inn í lutum, sum síðani kundu setast saman til fult virkandi skotvápn.
Hóast maðurin í grundlógaravhoyring hevði sagt, at hann hevði neyðugu góðkenningarnar, dømdi dómarin, at so var ikki.
- Hetta er mest umfatandi brotið á vápnalógina nakrantíð í Føroyum, segði Linda Hesselberg.
Eisini var maðurin ákærdur fyri at hava ein sonevndan streympistól, sum frá fimm metra fjarstøðu kundi skjóta tveir pílar í eitt menniskja, og harvið lamma viðkomandi. Har var ákærdi tó fríkendur, tí streympistólar eru ikki umfataðir av føroysku lóggávuni.
Ákærdi fekk eisini eina revsing við bót, fyri at hava tikið upp myndir og ljóð undir sonevnda Piddamálinum.
Maðurin var somuleiðis dømdur fyri ærumeiðing av serliga grovum slag, ið umfataði bæði bakbit og fornermandi úttalilsi.
- Tað er eingin ivi um, at talan er um revsivert brot, og at talan hartil er um skerpandi umstøður, segði dómarin.
Ákærdi var tó fríkendur í at hava roynt at ávirka vitnir til at broyta vitnisfrágreiðing og fyri at hava roynt at órógva privatlívið hjá nevningunum í umrødda máli.
At enda var maðurin dømdur sekur í at hava tosað í telefon, meðan hann koyrdi bil.
Av serligum orsøkum er revsiásetingin útsett í óásetta tíð.