Seks vilja vera landsverkfrøðingur

Tá freistin at søkja starvið sum landsverkfrøðingur var úti í gjár, vóru komnar inn seks umsóknir.

Síðani Henning Jacobsen varð koyrdur úr starvi sum landsverkfrøðingur í desember 1998, hevur Hans Biskopstø røkt starvið.