Landingarmiðstøðin Kongshavn hevur landað tilsamans 5.600 tons fleiri higartil í ár enn somu tíð í fjør. Í gjár landaðu fýra ísfiskatrolarar í Saltangará.
Stelkur og Bakur høvdu 284.000 pund, og Rókur og Lerkur høvdu 280.000 pund.
Meginparturin av veiðini hjá skipunum er upsi.
Í morgin ella fríggjadagin koma eisini Heykur og Falkur inn at landa.
Fram til endan av oktober í ár hevði landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landað tilsamans 33.900 tons, sum er 5.600 tons fleiri enn somu tíð í fjør.
Tað eru bæði nøgdirnar av upsa og gulllaksi, sum eru væl størri í ár enn í fjør.










