Týska løgreglan leitar eftir einum seks ára gomlum drongi, sum hvarv, tá mamma hansara doyði í einari ferðsluvanlukku.
Mamman, sum var 41 ára gomul, doyði, tá bilur hennara fór út av vegnum í Vogelberg í landslutinum Hessen fyrramorgunin. Løgreglan sigur, at bilurin hevði ov nógva ferð, og løgreglan heldur, at kvinnan koyrdi útav við vilja fyri at taka lívið av sær.
Tá løgreglan stutt eftir vanlukkuna kunnaði næstringarnar hjá kvinnuni um vanlukkuna, fekk hon at vita, at kvinnan átti ein seks ára gamlan son. Tað vísti seg, at hann var ikki við hús, og enn hevur eingin borið eyga við hann.
-Tað er ikki óhugsandi, at mamman hevur tikið sonin við sær í deyðan, skrivaði løgreglan í Hessen í einum tíðindaskrivi í gjár.
Løgreglan veit ikki, um tann seks ára gamli Marvin var í bilinum saman við mammuni, ella um hon hevði biðið okkurt vinfólk hava hann. Hann var í hvussu er ikki í bilinum, tá løgreglan kom fram á vrakið, og tí verður hildið, at hann kanska slapp livandi frá vanlukkuni, og at hann er vilstur í skóginum, skrivar blaðið Die Welt.
Í gjár vórðu meiri enn 300 fólk sett at leita eftir dronginum, men hóast tey høvdu bæði tyrlur og servandar hundar at hjálpa sær, sóu tey einki til drongin. Í morgun skuldu kavarar fara at leita í áum og vøtnum nærhendis vanlukkustaðnum.